Mjølnir vann 3-2 móti Fleyr

ítróttur24-02-2021 - 16:37 - Jóanis Nielsen

Lagið er gott í Mjølnir leguni undan steypafinaluni leygardagin. Í kvøld vunnu menninir á Fleyr, har allir fingu fitt av spælitíð

Liðini skiftust um at vinna hvør síni tvey sett. Fimta og avgerðandi settið vann Mjølnir 15-8.
Kári Lindberg Müller fekk sínar fyrstu bóltar á besta mansliðnum hjá Mjølnir og hann kláraði seg væl.
Mjølnir eru á odda í Meistaradeildini hjá monnum og hava longu vunnið sær pláss í FM-finalunum, ið verða fyrst í apríl. Steypafinalan verður leikt leygardagin og tá tekur Mjølnir ímóti ÍF í høllini á Hálsi.
Fleyr 2-3 Mjølnir. Settúrslit: 29-31, 25-23, 11-25, 25-17 og 8-15