Mynd: Jens Kr Vang / portal.fo

Mjølnir vann hjá monnum

ítróttur22-02-2020 - 18:36 - Jóanis Albert Nielsen
Eftir at kvinnurnar hjá SÍ og Mjølnir spælda eina sera spennandi 5-setta steypafinalu, so áttu somu lið hjá monnum tørn.

Mjølnir vann dystin sannførandi, og eru tí steypavinnarar 2020. Settúrslitini vóru 25-15, 25-19 og 29-27.

Sí myndir á portal.fo her.