Møtti einum manni...

Politikkur07-08-2019 - 19:28 - Jóanis Albert Nielsen

Fyri nøkrum døgum síðani møtti eg manni í pensjónsaldri. Hann er í almennum starvi, sera virkin og við góðari heilsu. Prátið fall inn á fráfarðingaraldurin. Tá er tað, at hann tekur soleiðis til: “Hví skal eg fara úr starvi, bert tí eg í næstum røkki ein ávísan aldur”og so leggur hann afturat:“Heilsan er góð og eg eri væl fyri”. Eg var púra samdur við honum og fekk hetta meg enn einaferð at hugsa um hugburðin, ið tykist at valda á økinum.

Fyrr í ár kom lógaruppskot(153/2018) frá landsstýrinum í tingið. Uppskotið gekk út uppá at banna mismuni og at tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.

Men tað løgna við hesum uppskoti var, at tað skuldi allíkavæl bera til at gera mismun í móti einum ávísum samfelagsbólki , nevliga pensjónistunum.

Tí í viðmerkingunum til gr 3 stk 4 í uppskotinum varð beinleiðis sagt:“ Hendan ásetingin er sett í lógina fyri at gera tað greitt, at tað ber til at gera mismun vegna aldur t.d.,tá ið persónur hevur nátt pensjónsaldur..”

Hetta átak frá landsstýrsins síðu kløkkaði uttan iva mangan pensjonistin og avvarðandi teirra.

Tøkk til teirra, ið mótmælt hava og víst á henda skeivleika.

Tað hevur fíggjarligan og stóran trivnaðartýdning fyri hin einstaka at vera í starvi og ikki minst samfelagsligan týdning.

Sum fyrrverandi arbeiðsgevari sigi hettta av roynum og tí er greiða støða mín og Miðfloksins, at tað skal tað verða førleikin og ikki aldurin, ið avgerð um ein skal gevast á arbeiðsmarknaðinum ella ei.

Hetta er nakað, sum komandi løgting/landstýrið eigur og skal leggja sær í geyma og fáa í rættlag alt fyri eitt, soleiðis, at aldursmismunurin á almenna arbeiðsmarknaðinum verður strikaður.

Eiði, tann 7. August 2019

Tordur J. Niclasen