Munnligur fyrispurningur til landsstýriskvinnuna i heilsumálum

politikkur18-03-2019 - 16:55 - Jóanis Nielsen
Munnligur fyrispurningur til landsstýriskvinnuna i heilsumálum - skal svarast mikudagin


1/ Hví noyðast neurologiskir sjúklingar, herímillum tey, ið stríðast við parkinsonsjúku, at bíða so leingi eftir útgreining og viðgerð?

2/ Hvør er frágreiðingin til tey ymisku tøl fyri bíðitíðir, ið ávikavist landsstýriskvinnan og felagið fyri tey við parkinsonsjúku siga frá?

3/ Hvørji stig fer landsstýriskvinnan at taka, fyri at veita føroyskum parkinsonsjúklingum somu diagnostiserings, viðgerðar- og eftirkanningarmøguleikar sum í okkara grannalondum?

viðmerkingar:

Felag teirra, ið hava parkinsonsjúku, mótmælir í hesum døgum, at heilsumyndugleikar og landsstýriskvinnan í heilsumálum hava upplýst, at bíðitíðin hjá fólki við parkinsonsjúku at sleppa í viðgerð, er stytt niður í fýra til seks mánaðir. So er ikki, sigur felagið, sum í svari frá Landssjúkrahúsinum í desember 2018 fek at vita, at bíðitíðin er 10 mánaðir.

Felagið mótmælir skeivu tølunum og longu bíðitíðini, og at parkinsonsjúklingar bert verða innkallaðit til kontrol 1- 2 ferðir um árið. Fýra til seks mánaðir, fyri ikki at tala um 10 mánaðar, er alt ov long hjá sjúklingum og avvarandi at bíða eftir viðgerð, tí sjúkan ávirkar lívsgóðskuna so nógv, at neyðugt er skjótast gjørligt at sleppa í viðgerð. Eisini vísir felagið á, at hetta stendur í stórari andsøgn til, at í Danmark, Íslandi og Norra er eingin bíðitíð eftir viðgerð, og at sjúklingar har verða innkallaðir fleiri ferðir árliga til metingar og viðgerðir hjá fleiri serfrøðingabólkum.

Felagið sigur í boðum sínum til heilsumyndugleikarnar, at støðan í Føroyum langt frá livir upp til tað, sum væntast kann av einum heilsuverki í Norðurlondum í 2019.