Myndir: 07 Vestur og FC Suðuroy leiktu javnleik

Myndir19-03-2016 - 16:52 - Jóanis Albert Nielsen
07 Vestur tók í dag móti FC Suðuroy á Dungasandi í Sørvági. 

FC Suðuroy hevði vindin í ryggin í fyrra hálvleiki, og skoraðu eisini bæði teirra mál í fyrra hálvleiki. Búi Egilsson skoraði bæði málini fyri gestirnar.

Torstein Mýlingstind minkaði um munin til 1-2, og Gunleif Magnusarson javnaði fyri 07 Vestur til 2-2.