Myndir: 07 Vestur vann 3-2 á KÍ

Myndir01-08-2020 - 14:43 - Jóanis Albert Nielsen
07 Vestur tók í dag ímóti teimum næstbestu hjá KÍ.

Tór Ingar Akselsen legði 07 Vestur á odda 1-0 tá ið 40. min. vóru leiktir, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Gunnar Christiansen javnaði fyri KÍ eftir 56. min. og tá ið 66. min. vóru leiktir legði Uni Gregersen KÍ á odda 1-2. Teitur Olsen javnaði fimm minuttir seinni til 2-2, og lítla løtu seinni fekk Gunnar Christiansen beinleiðis reytt kort tá ið hann feldi Tór Ingar sum aftasti maður, og 07 Vestur fekk fríspark. Jóannis á Steig tók sær av tí, og skoraði til 3-2, sum eisini bleiv endaliga støðan.