Myndir: 120 fólk á fólkafundi í Lítlu Dímun

Myndir30-05-2019 - 18:04 - Jóanis Albert Nielsen

Seinnapartin í dag hevur fólkafundur verið í Lítlu Dímun.

Møtt var í Hvalba, og fólkini vóru síðani flogin við tyrlu út í oynna. 120 fólk vóru á fólkafundinum. Fólkafundurin var væl fyriskipaður, og tað gjørdi lagi ikki verri, at veðrið vísti seg frá sínari allar bestu síðu.

Hoyr Róin greiða frá um Lítlu Dímun og fólkafundin.

Skráin fyri fólkafundin var henda.

Formaðurin bjóðaði vælkomin

Signar í Homrum framførdi

Felagssangur

Kristin Michelsen, løgtingsmaður og borgarstjóri, helt eina røðu

Felagssangur

Signar í Homrum framførdi

Felagssangur

Enda var við føroyskum dansi.