Myndir: Eftir veðrum í Góðmansskor

Myndir21-09-2019 - 18:44 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár vóru Vestmenningar eftir hornaseyði í Góðmansskor.

Í vár sleptu teir 28 hornaseyðum, og fimm høvdu gingið frá í fjør av so í alt hava 33 hornaseyðir gingið í Góðmansskor í ár. Teir fingu 25 aftur.

Tað verður uppboðsølað av trimum felags veðrum komandi leygardag. Ein verður limaður sundur og seldur. Hinir báðir verða seldir livandi, møguleiki er eisini fyri at fáa teir flettar. Veðrarnir hava gingið í Góðmansakor síðan síðsta heyst.

Uppboðsølan verður á Heygum í Vestmanna, leygardagin 28/9 klokkan 18.00.

Myndir: Rókur Johannesen.