Myndir: Føroyar 0-2 Norra

ítróttur10-06-2019 - 21:46 - Jóanis Albert Nielsen

Vit taptu 2-0 ímóti Norra, men um meira hepni var við, so fingu vit javnleik, ella vunnu um væl vildi til.

Tað var ein løta í byrjanini av seinna hálvleiki, at føroyska liðið ikki fótaði sær, men annars spældu teir heilt góðan fótbólt, ja bjóðaðu av á øllum støðum, og spældu heilt upp ímóti norðmonnum.

Heilt vist besta avrik føroyska liðið hevur víst tað seinastu tíðina, liðið er helst besta landslið vit hava havt.