Myndir: Fosshylur hevur fingið eina terassu

Myndir12-06-2019 - 10:12 - Jóanis Albert Nielsen
Seinastu dagarnar hevur Ottar á Lofti arbeitt við at gjørt eina terassu í Fosshyli. Vit vóru ein túr við myndatólinum í gjár, og tá ið hann júst liðugur við at gera bonkin á terassuni.

Ottar sigur, at hann og aðrir fara nú í holt við at demma hylin soleiðis at meira vatn verður í Fosshyli.

Fosshylur í Sandavági verður nógv brúktur til at svimja í um summari.