Myndir: Hanus er góður

Myndir17-08-2019 - 18:15 - Jóanis Albert Nielsen

Myndir og tekstur Dávur Winther: Uttan at taka nakað frá nøkrum, so tekur Hanus Hansen, stjóri á JFK-Trol og Kósini rívan til á Føroya Sjómannadegi og fara í minsta lagi 10.000 verðar um diskin.

Áðrenn heimsins besta Fish & Chips-búð, sum bert í dag stendur í Klaksvík, letur upp fyri almenninginum, hevur honn latið 1.000 Fish & Chips-pakkar til stovnar og virki í býnum – serliga til teirra, sum ikki eru før fyri at koma á Sjómannadagin og til tey, sum hava vakt og ansa fólki á stovnum í býnum. Eisini fleyg tyrlan 250 portiónir at Fish & Chips frá Hanus og Gadus til Zarepta, har lega er hetta vikuskiftið.

Tað er eitt rættiliga stórt apparat handan Fish & Chips-búðina hjá Hanus. Fyrst hevur hann heimsins bestu fólk til endamálið. Afturat teimum Galvin og Graig Lewis, sum hava vunnið kappingar í Onglandi innan hetta sama, hava verið her fyrr og eru aftur í ár við til at leggja til rættis. Men í ár hava teir við sær eina damu, Lauren Kellaway, sum vann Fish & Chips-kapping fyri tey, ið eru yngri enn 25 ár í 2019.

Tey hava við sær serligt mjøl og løðir til bæði fiskin og eplini. Stóru eplini, sum eru av Maris Piper-slagnum, ið vit kenna í Føroyum, koma frá einum øki, ið eitur Isle of Ely við Cambridge. Hesi vórðu tikin upp síðsta fríggjadag – bert til Klaksvíkar.

Hópin av fólk standa inni í skiljihøllini hjá Anthonius og flisa eplir og skera tey í eplabátar. Eisini standa nakrar damur og gera eskirnar klárar, sum eru lítlar flakaeskir frá Gadus, og verða hesar nýttar at pakka leskiliga Fish & Chips-verða inn í.

Í fremstu røð stendur Hanus saman við eini 14 fólkum í búðini og flíggjar verðarnar út. Mitt í rokanum sat ein lítil abbadóttir á borðinum og skoðaði verkið.

Fish & Chips-búðina

plagar at vera klødd við vøkrum myndum frá virkinum innan. Men í ár ein vøkur eldri svørt/hvít mynd við pápa Hanus, Jógvan í Norðnastovu – Ein skilamaður á sjóv, raskur, sterkur og serstakliga góðsligur og hóligur.

Sjálvandi er hann ein av fyrimyndunum hjá Hanusi og systkunum, og hevur hann “eygað við”, at alt gongur væl fyri seg. Her valdar samljóð og samarbeiði, har øll gera sítt besta í einum kátum anda, júst sum Hanus sjálvur.

Hanus er ein glaður gevari og ger hann nógv fyri, at øll kenna seg væl – bæði viðskiftafólk og arbeiðsfólk. Hetta er ikki bert eitt eindømi í sambandi við Sjómannadagin, men sanniliga eisini í hansara dagliga virki.

Tað ber valla til at gera upp í peniingi, hvussu nógv verður lagt í hetta stórverk – og skal heldur ikki gerast upp á henda hátt. Men tað er við stórum takksemi at 1/5 av Føroya fólki kann fáa ein góðan bita, bara so hissini eftir eini løtu, við heimsins bestur fiskavøru frá Gadus saman við eplum til endamáli úr Onglandi. Jú, sanniliga er hetta eitt stort apparat.

Tá ið dagurin er liðugur, munnu lættliga 10.000 verðar verða farnir um diskin. Mánadagin verður Fish & Chips-búðina hjá Hanus tikin niður og goymd burtur til næsta Sjómannadag.

Fantastiskt!