Myndir: KÍ vann 2-1 á TB

Myndir16-05-2020 - 17:26 - Jóanis Albert Nielsen
TB fekk í dag vitjan av KÍ í 2. umfari í Betri-deildini.

KÍ spældi undan vindinum í fyrra hálvleiki, og vóru teir fyri tað mesta á bóltinum. Tá ið 28. min. vóru leiktir av dystinum fekk KÍ fríspark frá umleið 30 metrum. Jóannes Bjartalíð tók sær av tí, og royndi hann seg við beinleiðis skotið. Málverjin hjá TB fekk hendrurnar á bóltin, men kláraði ikki at halda honum, og so rullaði bólturin í TB málið. Hálvleiksstøðan var 0-1 til KÍ.

Í seinna hálvleiki var TB betri við, men eftir 74. min. fekk Sebastian Kroner sítt seinna gula kort, og mátti tí av vøllinum. Rógvi Joensen javnaði fyri TB uppá brotsspark eftir 78. min. Leingi sá tað eisini út til at enda við javnleiki, men tá ið 7. min. vóru leiktir av yvirtíðini fekk KÍ brotsspark, og skoraði Jóannes Bjartalíð til 1-2.

Við sigrinum er KÍ nú komi uppá stigatalvuna.