Myndir: SÍF vann 29-25 á EB

Myndir09-01-2021 - 23:29 - Jóanis Albert Nielsen
EB var seinnapartin í dag á vitjan hjá SÍF á Giljanesi í 2. deild hjá monnum.

Tað vóru gestirnir av Eiði ið fingu betri byrjan uppá dystin, og komu teir á odda 1-5 eftir 5. minuttir. Heimaliðið helt gestunum frá at skora næstu 10. minuttirnar, og eftir eitt korter var støðan 7-5 til SÍF. Hálvleiksstøðan var 10-12 til EB. 

Við fimm skjótum málum í seinna hálvleiku kom SÍF á odda 15-12. Eftir 45. minuttir var støðan 20-15 til SÍF. SÍF vann dystin 29-25.

Toppskjúttin fyri SÍF var Mattias V. Jacobsen við 16 málum. Rói Zachariasen fekk 8 mál fyri EB.

Myndirnar hevur Eir Randrup tikið.