Myndir: Tunnusláing á Reynabrúgv

Mentan24-02-2020 - 22:48 - Jóanis Albert Nielsen
Um 13 tíðina í dag fóru 15 mans til gongu úr Sandavági niðan á Reynabrúgv har teir fóru at sláa tunnu. Seinastu árini hava nakrir mans úr Sandavági sligið tunnu saman seinnapart føstulávinsmánadag. Tvey tey fyrstu árini var sligið á Gálgasteini á markinum millum Sandavág og Miðvág, og í fjør var sligið í Løgmansgarðinum í Sandavági.

Komnir niðan á Reynabrúgv var rigga ein gálga til, og so var klárt at sláa. Tað tók góðar tveir tímar at fáa tunnuna niður, og eftir tað var okkurt kvæði tikið.

Komnir oman aftur í bygdina var farið til bóndan at fáa sær ein betri bita, áðrenn leiðin gekk heim á Loftagrund at sláa felagstunnuna hjá bygdafólkunum.

Les eisini: Andras gjørdist kattakongur á Reynabrúgv