Myndir: Víkingur og 07 Vestur spældu javnt

Myndir16-05-2020 - 21:08 - Jóanis Albert Nielsen
Í dag var 2. umfar í 1. deild hjá monnum leikt, 10 vikur eftir 1. umfar var leikt.

07 Vestur var í dag á vitjan hjá teimum næstbestu hjá Víkingi, og spældu liðini í Leirvík.

Tað komu bert tvey mál í dystinum, og fingu teir 100 áskoðarnir bæði málini í seinna hálvleiki. Seinni hálvleikur var ikki meira enn skotin í gongd, so fekk Víkingur eitt brotsspark, sum Óla Kristian Jacobsen umsetti til mál. Tá ið 52. min. vóru leiktir fekk Dann Fróðason mál fyri 07 Vestur. Tað komu ikki fleiri mál í dystinum, og endaði hann 1-1.

Myndirnar hevur Finnur Joen Jacobsen tikið fyri JN.fo.

Hini úrslitini:
AB 1-2 B36
HB 1-1 B71
B68 2-2 NSÍ
KÍ 2-2 FC Hoyvík