Næraberg kemur fullfermdur av sild á Kollafjørð

vinna04-10-2019 - 10:14 - Jóanis Nielsen

 Næraberg kemur seinnapartin í dag á Kollafjørð fullfermdur av heilfrystari sild - umleið 3.100 tons, sum teir fyri tað mesta hava fiskað í íslendskum sjógvi. 

Teir landa veiðuna í Kollafirði.

Næraberg hevur verið burtur í 20 dagar.

Tað eru 41 mans við hendan túrin, skipari er Rálvur í Norðnastovu.

Vit tosaðu við skiparan í nátt, hann segði, at teir fara nýggjan túr fyrst í komandi viku.