Næstseinasta ferðamannaskipið í ár kom í morgun

Vinna12-09-2017 - 07:00 - Jóanis Albert Nielsen

Í morgun kom næstseinasta ferðamannaskipið á Havnina í ár, talan er um Viking Sky úr Norra, tað er nummar 46 av teimum 47 skipunum ið vitja Tórshavnarhavn í ár.

Viking Sky hevur lagt leiðina hendavegin eftir at hava verið í Hetlandi, seinnapartin fer tað víðari til Íslands.

Viking Sky er eitt nýtt skip, sum er tikið í sigling í ár, tað kostaði 400 mió USD at byggja. Tað er bygt í Italia. Skipið er 228 metrar langt og 29 metrar breitt.

Seinasta ferðamannaskipið í ár kemur eisini úr Norra, og tað er syturskip hjá Viking Sky, tað kemur í næstu viku.