Námsfrøði er ikki tilboðsvøra

vinna21-11-2019 - 14:07 - Jóanis Nielsen

Seinastu tíðina hevur samskiftið verið millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag, um flokking av størvum hjá eindarleiðarum.

Talan er um størvini í Tórshavnar Kommunu. Partarnir eru ikki komnir til nakra semju um størvini, hóast fleiri møguleikar hava verið uppi at venda.

Nú verða størvini lýst leys og setir Tórshavnar Kommuna eindarleiðarar í starv, hóast ongin semja er um flokking.

Í fjølmiðlum, á kunningarfundum og skjølum um málið, hevur arbeiðsgevarin lagt dent á, at tey ið sett verða, skulu hava eina grundútbúgving sum námsfrøðingur.

Hetta var eisini úrslitið sum arbeiðsbólkur, m.a. mannaður av dagstovnaleiðarum, hevur mælt til.

Skjøl um arbeiðsuppgávurnar vísa, at tann setti kemur at hava fíggjarliga og námsfrøðiliga leiðsluábyrgd.

Føroya Pedagogfelag harmast um, at eingin semja kom burturúr samráðingunum. Vit kunnu bara staðfesta, at arbeiðsgevarin hevur sett ynski um lágar starvsfólkaútreiðslur hægri, enn arbeiðið sum fyrireikingarbólkurin gjørdi. Hetta skuldi tryggja fakliga vitan.

Hóast eingin semja er gjørd, hevur Tórshavnar kommuna avgjørt at lýsa fýra eindarleiðarastørv leys. Eitt greitt brot á sáttmálan millum okkum har tað stendur at øll nýggj størv eiga at flokkast áðrenn tey verða lýst leys.

Vit hava tí givið Tórshavnar kommunu boð um at taka lýsingina aftur innan klokkan 18.00 í dag annars mugu vit fara víðari við málinum.

Pedagogfelagið góðtekur ikki, at arbeiðsgevarin flokkar eitt námsfrøðiligt leiðslustarv við lægri løn, lægri eftirløn og uttan vunnar sáttmálamøguleikar, enn leiðslur í líknandi størvum fáa – við einastu grundgeving, at hetta er eitt starv við námsfrøðiligari bakgrund.

Námsfrøði er ikki tilboðsvøra.

FØROYA PEDAGOGFELAG