Navnið er Nema

vinna11-12-2019 - 16:12 - Jóanis Nielsen

Fyritøkurnar NEMA og HEY løgdu saman í januar, og nú er tíðin komin til at virka undir einum felags heiti. Alt virkisøkið hjá felagnum fer framyvir at virka undir navninum Nema, men við einum dagførdum og meir hóskandi búmerki. Broytingin verður framd so líðandi ígjøgnum 2020.

Búmerkið tekur útgangsstøði í felagsskapinum. Felagsskapinum innaní fyritøkuni og felagsskapinum, sum báðar fyritøkurnar hava knýtt við kundar sínar. Búmerkið er skrivað við lítlum stavum og fonturin er sergjørdur. Tað er niðri á jørðini, stavirnir standa tætt saman og e'ið sum stendur á skrá, skal minna bæði fyritøku og viðskiftafólk á tørvin á at hugsa øðrvísi. Rundingurin ímyndar sereyðkennini í fyritøkuni og fer í komandi tíðum eisini at geva ymsu økjunum sítt egna sermerki.

Ein sterkari heildarveitari

Bæði Nema og Hey eru, á hvør sínum øki, ein sterkur aktørur og hava lagt nógva orku í tænastu. Saman er fyritøkan ein sterkur heildarveitari innan KT - loysnir, skrivstovuútgerð, internet, fartelefoni, pappír og dygdar innbúgv.

Tað gevur eina sterkari heildarveiting til føroyskt vinnulív og samanleggingin er eisini til fyrimuns hjá privatkundunum, ið nú kunnu fáa fígging av NEMA vørunum. Handlarnir eru somuleiðis víðkaðir, so kundarnir fáa eitt størri úrval av vørum og tænastum í Klaksvík og Runavík. Handlilin á Smyrilsvegi verður dagførdur í fyrsta kvartali í 2020, til eisini at umfata fjarskiftisvørur.

Nema virkar undir nýggja samleikanum beinanvegin og hann verður útbygdur so líðandi í 2020.