Mynd: Olivar Joensen / Norðlýsið

Neistin, H71 og Kyndil vunnu í gjár

ítróttur21-09-2020 - 06:13 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár vóru 3 dystir í SMS-deildini hjá kvinnum spældir.

Í Havn tók Neistin ímóti StÍF. Neistin vann dystin 30-23, eftir hálvleiksstøðuna 14-13. Toppskjúttarnir í dystinum fingu 11 mál hvør, tær vóru Marjun Danberg hjá Neistanum og Haruka Gima hjá StÍF.

Í Vági tók VB ímóti Kyndli. Kyndil vann dystin 19-27, eftir hálvleiksstøðuna 9-13. Fyri VB fekk Gurið K. Augustinussen 6 mál, og fyri Kyndil fekk Ásleyg Súnadóttir 10 mál.

Í Klaksvík tók Stjørnan ímóti H71. H71 vann dystin 19-29, eftir hálvleiksstøðuna 9-16. Fyri Stjørnuna fekkAndjela Josipovic 6 mál, Maria H. Weihe fekk somuleiðis 6 mál fyri H71.

Støðan Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig
KYNDIL 3 86 54 32 6
H71 2 66 48 18 4
NEISTIN 2 56 39 17 4
VÍF 2 47 54 -7 2
VB 2 35 53 -18 0
STÍF 3 79 97 -18 0
STJØRNAN 2 37 61 -24 0