Neistin, Team Klaksvík og VÍF vunnu

ítróttur07-12-2020 - 07:32 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár vóru 3 dystir leiktir í Burn-deildini hjá monnum.

Í Havn møttust Neistin og Kyndil. Neistin vann dystin 29-18, eftir hálvleiksstøðuna 15-10. Rasmus Søby fekk 7 mál fyri Neistin, og fyri Kyndil fekk Jákup Jørgensen 4 mál.

Í Klaksvík tók Team Klaksvík ímótu StÍF. Team Klaksvík vann dystin 29-27, eftir hálvleiksstøðuna 14-16. Valentino Valentakovic fekk 10 mál fyri Team Klaksvík, og fyri StÍF fekk Martin Danielsen 9 mál.

Í Vestmanna tók VÍF ímóti H71. VÍF vann dystin 29-23, eftir hálvleiksstøðuna 15-9. Filip Jojic fekk 11 mál fyri VÍF, og fyri H71 fekk Rói á Skipagøtu 7 mál.

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71123392885119
 VÍF113432925117
 NEISTIN123613204116
 KÍF123153011413
 TEAM KLAKSVÍK12319349-309
 STÍF13310373-636
 KYNDIL12260324-644