Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum hevur skipað seg

vinna24-01-2021 - 11:13 - Jóanis Nielsen

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum hevur skipað seg á fundi fríggjadagin. Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna er valdur til formann, og Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu er valdur til næstformann. Umframt hesar er nevndin mannað av Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafirði, Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda Kommunu, Bogi Bendtsen, SEV og Jóhannus Danielsen, IRF.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið umboðar Kommunufelagið, SEV og IRF á arbeiðsmarknaðinum. Kommunurnar og kommunalir felagsskapir hava sáttmálar og avtalur við øll tey feløg, sum hava limir í starvi hjá kommununum. Nýggja nevndin í felagnum er nú klár at fara til verka og fyri framman liggja m.a. sáttmálasamráðingar við Føroya Pedagogfelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og handverkarafeløgini.