FSN ferð at gerða síni krøv galdandi, viðv skipara og stýrimon­num umborð á Norð­havinum

Vinna19-01-2021 - 22:15 - Jóanis Albert Nielsen

Í tíðindunum í dag á miðdegi hoyrdu vit at:

Fiskimálaráðið hevur nú fingið endurgjaldskravið frá Northwest Pelagic. Og tað er stórt, 80 milliónir krónur. Harafturat koma 19.000 tons av uppsjóvarfiski, nógv tað mesta er svartkjaftur, hitt eru sild og makrelur. Hetta er gjørt, tí felagið slapp ikki at bjóða á uppboðssølunum, sum vóru, sigur reiðarin, Jógvan Martin Ferjá Joensen.

Føroya Skipara -& Navigatørfelag gerð vart við, at, um felagið Nortwest Pelagic fær viðhald, so gerða vit okkara krøv galdandi vegna skiparar og stýrimenn sum somuleiðis hava mist stórar inntøkur. Kravið verður stilla eftir hvørt Nortwest Pelagic møguligani fær í endurgjaldið. Kravið fyri skiparar og stýrimenn verður eitt stað millum 7-9 milliónur krónur.

Misti veiðiloyvið Felagið misti veiðiloyvið í desember í 2016, tí Fiskimálaráðið segði, at útlendski eigaraskapurin í skipi felagsins, Atlantsfarinum, var ov stórur. Málið endaði í rættinum, sum gav Northwest Pelagic viðhald. Felagið fekk tí veiðiloyvið aftur í mars í 2020. Men tað hevur nú kravt endurgjald fyri mistan fiskiskap ta tíðina, felagið ikki hevði veiðiloyvi. Fiskimálaráðið og Northwest Pelagic fara at hava fund um endurgjaldskravið.

Føroya Skipara- & Navigtørfelag