Gamli skúli verður nú umvældur

Politikkur23-06-2020 - 20:51 - Jóanis Albert Nielsen

Á býráðsfundinum hjá Vága kommunu í gjár var samtykt, at Gamli skúli í Sandavági nú skal umvælast.

Arbeiðið at umvæla Gamla skúla uttan varð boðið út millum lokalar timburmeistarar, inn komu tvey boð og vóru tey uppá:

Sp/f Trøðhamar Kr. 1.234.812,34

Sp/f JPH Sp/f E.P. Smíð Sp/f Hølck Smíð Kr. 910.941,45

Vága kommuna hevur avsett kr. 500.000 at umvæla skúlan bæði uttan og innan á fíggjarlógini. 

Á býráðsfundinum í gjár var samtykt at taka av lægra tilboðnum.