
Gøtunes og Tummas T. eru á veg á Tvøroyri við sild
vinna20-01-2021 - 09:48 - Jóanis Nielsen
Gøtunnes og Tummas T. sum hava fiskað sild norðuri á 67N (Einar 330 fj. norður úr Kallinum) eru áveg á Tvøroyri við 550 tonsum av góðari sild í part, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic, støddin á sildini liggur um 350 gramm.
Vit tosaðu umborð á Gøtunes í gjárkvøldið, teir søgdu, at teir sóu nakað av sild, men hon stóð sera spjadd.
Í morgun eru bara Norðborg og Tróndur í Gøtu á sildafeltinum har norðuri.