Heðin Mortensen spyr Jenis av Rana um friðaðar bygningar

politikkur17-06-2020 - 11:24 - Jóanis Nielsen

 Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a 

Fyrispurningur viðvíkjandi fornminnum og friðaðum bygningum, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 

1. Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um friðaðar bygningar, sum hava almennan áhuga at vitja og síggja, til dømis bygningar og umhvørvi við serbygningum so sum í Kirkjubø, úti í Koltri og prestagarðurin í Sandagerði? 

2. Eru aðrir líknandi friðaðir bygningar kring landið, sum kundu havt almennan áhuga at vitja og síggja? 

3. Hvat innber tað, at bygningar eru friðaðir, og at fólk býr har? Er reglugerð fyri hesum, og veitir landskassin fígging til viðlíkahald og rakstur? 

4. Er eftirlit við friðingini og røkt av hesum søguligu bygningum - ogn Føroya fólks? 

5. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at stuðla søvnum og bygningum kring landið, sum lýsa og varðveita siðsøgu og mentanararv okkara? 

6. Ætlar landsstýrismaðurin at lata upp fyri føroyingum og ferðafólki at vitja og síggja friðaðar bygningar, og um so er, hvussu ætlar landsstýrismaðurin at gera tað? 

7. Eru nakrar ætlanir og framtíðar nýhugsanir um prestagarðin í Sandagerði, Kirkjubø og Koltur? Verður peningur settur av til hesar møguligu verkætlanir? 

Viðmerkingar: 

Fyri mong er tað einastandandi at koma út í Koltur og uppliva hesa náttúruvøkru oyggj, har alt umhvørvið lýsir føroyska søgu og siðir fleiri øldir aftur í tíðina. Friðsælt, hugnaligt og tó so ómetaliga stórbært. Her hava eina ferð búð hálvthundrað fólk á fýra bóndagørðum. Upprunaliga var bara ein garður, sum tíðliga í tíðini varð býttur í tveir, tann upprunaligi - Heima í Húsi - sum nú verður varðveittur, og hin yngri - Norðuri í Gerðum - har bóndafólkini nú hava búð. 

Bygdin sigst hava størsta teigalendi, sum varðveitt er í Føroyum. Hetta vísir eitt stórt arbeiði, sum í fornum er lagt í føroyskt jarðarbrúk. Og nú er gamli føroyski býlingurin so varðveittur fyri eftirtíðina. Eitt á so mangan hátt einastandandi arbeiði og avrik, sum okkara bestu handverkarar dúgliga hava renoverað. Flest øll hús og fornminni eru friðað sambært lóg, og tað sama er galdandi fyri stóran part av teigalendinum. Prestagarðurin í Sandagerði umfatar bygningar og lendi við bygningum: sethús, fjós, hjallur og torvhús umframt lendi við hava og urtagarði. Bygningarnir eru reistir árið 1789, sum prestagarður og bústaður hjá prestunum fyri Suðurstreym, og virkaðu teir sum hetta fram til 1944. 

Sostatt hava bygningarnir í dag meira enn 200 ár á baki og standa óbroyttir í sínum upprunaliga líki. Tí kundi spyrjarin hugsað sær at vitað, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur við hesum. Um bygningarnir og økið í Sandagerði skulu haldast virðiliga, kann vera neyðugt at seta pening av til endamálið. 

Ein heildarætlan skal gerast fyri friðaðu fornminnini í Kirkjubø, sigur landsstýrismaðurin. Men spurningurin er, hvussu langt henda heildarætlan er komin, hvørjar partar av Kirkjubø hon umfatar og um peningur er settur av til hesa verkætlan, so hon kann fremjast. Við hesum kundu Føroya fólk og ferðafólk fingið gleði og eina uppliving av at vitja og síggja henda søguliga stað. Tí verður hesin fyrispurningur settur. 

Á Løgtingi, 16. juni 2020 

Heðin Mortensen