Heilsan frá borgarstjóranum - framhald

Politikkur23-06-2020 - 20:33 - Jóanis Albert Nielsen

Fyrst í apríl mánað sendi borgarstjórin eina heilsan út til borgararnar í kommununi. Nú er eitt sindur av tíð liðin síðani og tí senda vit eina nýggja dagførda kunning út um hvussu arbeiðið í kommununi líðir.

Av arbeiðum sum hava verið í gongd, kann nevnast at arbeiðið við at dýpa eina rennu niðanfyri vatnbrunnin í Vatnsoyrum, har áður hava verið trupulleikar av áarlopið, er liðugt.

Við Stóraklett í Sandavági hava trupulleikar verið av vatni, men har eru nú veitir grivnar, sum veitir vatnið í áir og burtur frá húsunum. Og á Býráðsskrivstovuni er stórur partur av vindeygunum skift, húsið er málað og flag verður lagt á í næstum.

Harumframt, eru Ivanshús liðug umvæld uttan og arbeiðið við at leiða kloakkina frá Tormansbakka út á Kumlasteinarnar er liðugt.

Nýgerðingin av Miðbrekku í Miðvági er um at vera liðugt og verður nú gjørd klár at asfaltera. Arbeiðið at gera 8 grundstykkir byggibúgvin heimanfyri Skaldaveg í Miðvági og arbeiðið at stoypa dekk á ytra parti av Heimaru Bryggju eru ígongd.

Spillvatnsætlanin í Sandavági er prosjekterað og verður boðið út í næstum, arbeitt verður við at leggja kloakkirnar í Tváttá og haðani út á sjógv.

Í umsitingini verður millum annað arbeitt við, at fremja samtyktu vetrarfriðingina í Vatnsoyrum; í løtuni er samskifti við viðkomandi eigarar um, hvar hegnið skal setast. Harafturat verður arbeiðið við at gera Miðstaðarøki í Vatnsoyrum boðið út í næstum.

Arbeitt verður við einari nýggjari heimasíðu, ið skal gera tað skjótari og lættari at finna kunning um viðurskifti hjá kommununi. Arbeiðið at føra alt tilfari frá gomlu heimasíðuni til tí nýggju verður gjørt í summar.

Drúgt hevur verið at bíða eftir asfalt bilinum, men nú kemur hann. Tey asfalt arbeiðir ið verða gjørd nú eru á Stórakletti, útstykkingin við Olivarsveg, heimasti partur av Svabosvegi og Inni á Støð. Heimari partur av Kálvalíðsvegnum verður gjørdur liðugur og asfalteraður. Traðarvegurin í Sandavági er breiðkaður og verður tann síðsti geirin asfalteraður.

Størri umvælingar skulu gerast á norðara part av Nýggjavegi, prosjekteringin av arbeiðinum er sett í gongd, og arbeiðið verður útboðið í august og miða verður eftir at arbeiðið tekur tríggjar mánaðir.

Arbeiðið at høvuðsumvæla Gamla Skúla í Sandavági uttan, hevur verið boðið út og avgjørt er at taka av lægsta tilboðnum. Arbeiðið at veita kloakkirnar, sum renna í Stórá og út á sjógv, verður boðið út og fari verður í gongd við hesi arbeiði í næstum.

Arbeiðið at gera serstaka byggisamtykt fyri neystaøkið á Sondum og arbeiðið at uppseta gøtuljós í viðarlundina í Miðvági helda fram.

Avgjørt er at styrkja um brimverjuna fram við Sandinum í Miðvági. Orsøkin til hetta er, at gøtan ið gongur fram við Sandinum er so lág, at tá høg flóð og nógvur vindur er, serliga um veturin, liggur gøtan undir. Tí er vandi fyri, at um tað ikki verður gjørt nakað fyri at byrgja fyri, so er gøtan burtur aftur næsta vetur. Undir gøtuni liggur pumpuleiðingin, ið førir alt spillvatn frá norðarar parti av Miðvági út í pumpubrunnin, úti á Kumlum. Um gøtan skolar burtur liggur pumpuleiðingin sjónlig, og er stórur vandi fyri at hon fær skaða.

Samtykt er at seta projekteringin av 2. byggistigi í gongd av Skúlanum á Giljanesi. Bíða verður við 3. byggistigi, men kann lætt setast í verk, tí allar innleggingar vera gjørdar til eitt 3. byggistig eisini.

Býráðið hevur samtykt at keypa eitt stórt lendi til framtíðar útstykking í Sandavági. Talan er um stóran part av økinum norðanfyri drívhúsið, á matr. 133k.

Húsini í Haraldsstovu í Sandavági hava fingið eina minni játtan til ábøtur, og miðja verður ímóti at lata dyrnar upp, eftir summarferiuna.

Aftur í ár verður skipað fyri Ung í Arbeiði í Vága kommunu. Tilboðið er galdandi fyri allar 9. flokks næmingar í kommununi og sleppa tey at arbeiða í tvær vikur.

Ungdómarnir kunnu velja at arbeiða innan tað grøna økið, sum er at fríðka um og at gera lendisarbeiði. Ella at arbeiða við verkætlanum á trivnaðarøkinum, so sum at skipa ymisk útiøkir runt um í kommununi. Ung í arbeiði verður frá mánadegnum 29. juni til fríggjadagin 10. juli.

Umhvørvisvika verður frá 11. til 17. juli. Lagt verður upp til felags ruddingardagar, umframt at rudda hvør í sínum lag úti í býlingunum. Onkrar smáar verkstovur og fyrilestrar verða somuleiðis á skránni.

Seinastu mánaðirnir hava gjørt tað avbjóðandi fyri fyrireikarar av tiltøkum og stevnum, og

Vestanstevnan, sum í ár verður í Miðvági, er onki undantak. Tó hevur vestanstevnunevndin brett upp ermar, og fara at skipa fyri at ein Vestanstevna verður - men á ein øðrvísi hátt.

Kommunan fer at stuðla og bakkar upp um vestanstevnunevndina.

Sjálvt um vit enn eru merkt av støðuni við Covid-19, eru vit í gongd, alt sum tað ber til. Býráðið er farið í summarferiu, næstu nevndar- og býráðsfundir byrja aftur í august.

Vinaliga heilsan

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri