Ingolf S. Olsen verður tingmaður mánadagin

politikkur16-09-2015 - 03:38 - Jóanis Nielsen

Magni Arge skrivar í kvøld:

Tað ber mær ikki til at vera fólkatingsmaður og løgtingsmaður í senn, tí tað hevur flokkurin samtykt. Men tað er heldur ikki lætt at velja annað starvið frá, tí veljarar hava valt meg beinleiðis inn á løgting og sum varamann a fólkating.

Tí fari eg at fylgja tí leisti, sum varð avtalaður til fólkatingsvalið og skifta ímillum fólkating og løgting. Hóast hetta ikki er roynt fyrr, fari eg í holt við hetta við tí treysti, at tað fer at gagna flokki og landi væl, at gott samband verður millum politiska arbeiðið á løgtingi og fólkatingi.

Í fyrsta umfari fari eg niður á fólkating og fari tí at biðja um farloyvi úr løgtinginum, so næsti maður, Ingolf S. Olsen, kann taka við løgtingsessinum mánadagin 21. september.

Ingolf S. Olsen var 11. maður til løgtingsvalið á listanum hjá Tjóveldi, so tá ið Magni Arge fer á Danating, tá kemur Ingolf S. Olsen á Løgting.


Tjóðveldi
 Listin239
1Høgni Hoydal1.149
2Sirið Stenberg755
3Kristina Háfoss662
4Magni Arge438
5Annita á Fríðriksmørk425
6Katrin Kallsberg396
7Páll á Reynatúgvu369
8Bjørt Samuelsen361
9Óluva Elin Klettskarð333
10Pauli Trond Petersen218
11Ingolf S. Olsen154