Órættvísa kappingin um tak yvir høvdið

politikkur03-07-2020 - 11:09 - Jóanis Nielsen

Í gjár kom landsstýriskvinnan í bústaðarmálum langt um leingi við sínum bústaðarpolitisku ætlanum. Tað er gott, at Bústaðir sleppur í gongd aftur við at byggja. Men meir rós enn tað haldi eg ikki, at landsstýrið hevur uppiborið fyri sín bústaðarpolitikk, ið leggur seg farliga nógv eftir at behaga privatu vinnuna, heldur enn at loysa bústaðartrotið.

Landsstýriskvinnan hevur sett eitt avkastkrav. Altso, at Bústaðir skal hava meir inn av peningi fyri ávísar íbúðir. Tað merkir dýrari íbúðir. Dýrari íbúðir “har sum kapping er”, sigur landsstýriskvinnan. Har kappingin er, er bústaðarneyðin sjálvandi eisini størst. Fyribils sipar hon til miðstaðarøkið. Men kapping er ella kemur at eisini at vera í Runavík, í Klaksvík og aðrastaðni. Er ætlanin eisini, at húsaleigan skal hækka har?

Tað snýr seg ikki um stættarmun” sigur landsstýriskvinnan í bústaðarmálum. Tað snýr seg eftir øllum at døma um kapping. Um hvør kann byggja bíligast ella lumpa flest. Trupulleikin er bara, at tað eru als ikki øll í okkara samfelag, sum kunnu vera við í hesi kappingini. Bústaðarpolitikkur snýr seg um, at okkara borgarar skulu trívast og ikki vera fyri ójavna. Tað snýr seg um, at Føroyar skulu vera eitt rúmligt samfelag, sum loftar teimum, ið ikki hava møguleika at keypa sær eini hús. Og tað snýr seg eisini um at geva fólki frælsi til at velja, um tey vilja eiga ella leiga. Tað snýr seg IKKI um at loyva nøkrum fáum at tjena upp á bústaðarneyðina. Tað er ikki bústaðarpolitikkur. Tað er ikki vælferðarpolitikkur. Tað er heldur ikki vinnupolitikkur. Um vit yvirhøvur kunnu kalla tað politikk, so er tað kanska vinapolitikkur.

Vit vita, at endamálið hjá privatu aktørunum ikki er at hjálpa fólki í bústaðarneyð. Endamálið hjá privatu aktørunum er sjálvandi at tjena pengar. Tað liggur í teirra náttúru.

Eins og Aksel V. Johannesen segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, er vandin at vit fáa eitt stættarsamfelag, har tey við høgum inntøkum búgva í miðstaðarøkinum og lág- og miðallønt uttan fyri miðstaðarøkið. Tað merkir, at vit ikki hava samljóð í samfelagnum, at ung og gomul, hálønt og láglønt ikki búgva síð um síð, men hvør sær.

Vilja vit hava eitt fjølbroytt samfelag, har vit búgva síð um síð, viðra tolsemi, læra av hvørjum øðrum og vísa hvørjum øðrum og ymiskleikanum ans?

Spyrt tú meg, er svarið sjálvsagt ja. Og grundleggjandi útgangsstøðið fyri einum fjølbroyttum og opnum samfelag er, at øll hava atgongd til eitt trygt og gott heim. Vit mangla bústaðir í Føroyum, og húsaprísirnir eru høgir. Føra vit ikki bústaðarpolitikk í Føroyum, flyta fólk aftur av landinum. Tí vit mugu ásanna, at vit eru í eini varandi kapping við grannalond okkara, sum eru áratíggju framman fyri okkum, tá tað kemur til almennar bústaðir.

Vit standa við startlinjuna. Fyrst dragna tey lágløntu afturúr, síðani tey miðalløntu og fremst renna tey, sum frammanundan hava nokk. Á síðulinjuni standa samgongulimirnir og bjóða teimum fremstu okkurt at leska sær við, so tey orka meira, meðan tey aftastu verða gloymd. Alt meðan Føroyar tapir kapprenningina við grannalondini.

Føroyar fyri øll - ikki bara tey, sum frammanundan hava nokk!

Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin