Órættvísar tannlæknarokningar

politikkur13-06-2020 - 12:50 - Jóanis Nielsen

Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, vil hava landsstýrismannin í heilsumálum at greiða frá, um hann ætlar at gera tað møguligt hjá fleiri at fáa ískoyti til tannlæknaviðgerð. Tað er órættvíst, at fólk, sum orsakað av sjúku fáa skaða á tenninar, sjálv skulu rinda rokningina, vísir Ingilín Didriksen Strøm á.

Í ríka vælferðarsamfelag okkara hava vit møguleika fyri at fáa ókeypis sjúkrahjálp, tí viðgerðin verður fíggjað umvegis felagskassan. Men tað er ikki galdandi á øllum økjum. Verða vit sjúk í tonnunum ella fáa tannskaðar, eitt nú sum fylgja av aðrari sjúku ella heilivági, so mugu vit í allarflestu førum sjálv rinda rokningina.

- Summi hava ráð, men tað eru eisini nógv, sum merkja stóran fíggjarligan smeit aftaná tannlæknavitjan. Er tað rætt, at hesin parturin av heilsuverkinum ikki í størri mun verður fíggjaður umvegis felagskassan? spyr Ingilín Didriksen Strøm og vísir á, at hetta sannliga eisini er ein heilsuviðgerð.

- Serliga kann tað tykjast órættvíst fyri tey, sum orsakað av sjúku fáa avbjóðingar við tonnunum. Sum dømi kunnu nevnast fólk við epilepsi, ið sum avleiðing av herðindum aftur og aftur fáa skaða á tenninar. Ella fólk, sum hava fingið staðfest sjúku í munninum ella svølginum, sum ger stóran skaða á tenninar. Í mun til onnur sjúk, rinda hesi eina øðiliga rúgvu fyri sína heilsuviðgerð, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, skal greiða Ingilín Didriksen Strøm frá, hvør í dag hevur rætt til at fáa ískoyti til tannviðgerð, og um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at gera broytingar á hesum økinum. Fyrispurningurin skal svarast innan 10 yrkadagar