SAS kemur at flúgva uppá Føroyar

Vinna11-10-2016 - 07:59 - Jóanis Albert Nielsen

Í mars byrjar SAS at flúgva uppá Føroyar, tað verður gjørt við at byrja eina rutu millum Keypmannahavn og Vágar. Tað verður sambært check-in.dk kunngjørt á einum tíðindafundi í dag.

“Vi tror på, at der er et marked, og mange af vores kunder har efterspurgt en rute til Færøerne. SAS er et skandinavisk selskab, som satser stærkt på det skandinaviske marked og indenrigsmarkedet. Denne rute vil binde Færøerne og Danmark mere sammen. Og det vil SAS gerne bidrage til,” siger koncerndriftsdirektør i SAS, Lars Sandahl Sørensen, til CHECK-IN.dk.

Airbus kemur at brúka tvey sløg av flogførum til Føroyarutuna, eitt Airbus 319 við 141 setrum og eitt Airbus 320 við 168 setrum. SAS byrjar flúgvingina 27. mars og fer at hava eina fráferð úr Vágum um dagin.