Stuttligt at síggja manshondbólt aftur á Giljanesi - nógvar myndir

ítróttur07-11-2020 - 20:22 - Jóanis Nielsen

 Manshondbóltur hevur ikki verið í Vágum í fleiri ár, men í ár hevur SÍF aftir meldað manslið til, teir spæla í 2 deild, Fyrsta dystin í ár leiktu teir í kvøld í Høllini á Giljanesi, mótstøðuliðið var StÍF, sum var mannað við spælarum, sum hava spælt á høgum stigið í StÍF, men nú hava trappað niður.

Tað gekk javnt á í fyrra hálvleiki, óroyndu SÍF-leikararnir vóru varnir og fingu bert 3 mál í fyrra hálvleiki, hálvleiksstøðan var 3-8 til strandingar.

Men í seinna hálvleiki royndust ungu SÍF leikararnir væl, teir vunnu seinna hálvleik 13-9, soleiðis at strandingar vunnu dystin samanlagt 16-17.

Stuttligt at síggja ungu SÍF-leikararnar, sum í løtum vístu heilt gott hondbóltspæl, um teir halda á, so kunnu teir  fáa nógv burtur úr.