Trettandakvøld

myndir06-01-2021 - 16:34 - Jóanis Nielsen

Trettandi ella trettandadagurer heiti fyri dagin6. januar- 13. dagin eftirjóladag(jóladagur íroknaður). Á trettanda var fyrr vanliga dansað í ávísum bygdum. Bygd, har dansað var á trettanda, varð kallað trettandabygd.

Vanligt hevur verið at taka veðragjólingar inn aftur á trettanda, 6. januar. Tá er brundtíðin at enda (síðan 6. desember, ániklasarmessu).

Í søgnini um kópakonuna, sum er kend bæði úr Mikladali og úr Skálavík, koma kóparnir upp á helluna at dansa á trettandunátt og lata seg úr haminum; tá líkjast teir menniskjum.

Í kirkjuárinum verða 5 sunnudagar eftir trettanda (hendinga ár 6 sunnudagar) nevndir 1. sunnudagur eftir trettanda, 2. sunnudagur eftir trettanda o.s.fr. Kirkjuliga hevur dagurin verðið hildin til minnis um teir tríggjar vísmenninar, sum leitaðu eftir nýfødda jødakonginum, so sum Matteus 2:1-12 greiðir frá. Í frumkirkjuni hevur dagurin helst eisini verið hátíðarhildin sum føðingardagurJesusar, men í fjórðu øld varð gjørt av, at 25. desember var rætti dagurin at hátíðarhalda Jesu føðing. Trettandi verður eisini kallaður "gomlujól". Hetta sipar tó helst til skiftið frá julianska kalendaranum ti lgregorianska kalendaran í ár 1700. Í ortodoksu kirkjuni er enn vanligt at halda jól 6. januar.