Undirhús í Sandavági

mentan09-11-2020 - 19:55 - Jóanis Nielsen

 Í morgun møttust 20 fólk í Undirhúsinum í Sandavági - undirhúsið er ætlað bæði kvinnum og monnum, fyribils verður opið mánamorgun frá kl. 9.30 til 11.00.

Undirhúsið heldur til í niðastu hædd í Haraldstovuhandlinum, har ið Jens Høj hevði bakarí í sekstiárunum.

Hølini hava staðið tóm leingi, har einki virksemi hevur verið, men tað skuldi líka pussast upp - t.v.s. ruddast og vaskast - Sigast má at hugnaligt sær út - øll eru vælkomin bæði kvinnur og menn siga stigtakarnir.

Myndirnar hevur Andrea Nielsen tikið.