Nógv fólk til móttøku hjá Sverra Sandberg Nielsen - myndir

myndir10-09-2019 - 20:50 - Jóanis Nielsen

 Nógv fólk vóru møtt upp til móttøkuna, sum Ítróttasamband Føroya skipaði fyri í Miðvági í kvøld -tað var fyri at heiðra tann fantastiska rógvaran - Sverra Sandberg Nielsen - sum í gjørdist nr. 2 í HM-rógvingini, Sverri var bert 3/100 av einum sekundi frá at verða nr. 1.

Sámal Ranvsfjall setti sín dám á við góðum sangi og gittarspæli.

Røður vórðu hildnar- Elin Heðinsdóttir ÍSF-forsetin, Annika Vilhelmsen Dalsgarð form. í RSF, Eydis H. Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, Árni Jacobsen lærari greiddi frá eini serligari hending, Bárður Joensen frá Atlantic Airways, Bjarni Joensen abbi Sverra, Bergur R. Dam fyrrverandi venjari og vinmaður Sverra, eisini helt Sverri røðu, har hann takkaði fyri góða stuðulin hann fekk allastaðni frá, Sverri legði áherðslu á, at hóast hann var umborð á donskum báti, so føldi hann at heiðurin hjá føroyingum var eins stórur, sum hjá dønum.

Eitt hugnaligt kvøld í Miðvági.