Nógv fólk tóku ímóti Sverra, sum kom heim í dag

myndir13-10-2020 - 15:53 - Jóanis Nielsen

 Umborð á flogfarinum, sum lendi kl. 13.49 var Sverri Sandberg Nielsen EM-vinnarin.

Heilt nógv fólk vóru á flogvøllinum fyri at heiðra Sverra, av flogvøllinum var rekkjukoyring gjógnum Miðvág og Sandavág, heilt nógvir bilar vóru í rekkjukoyringini og hópur av fólki var í bygdunum og fylgdu við rekkjukoyringini.