Norðingur bíðar eftir landingartørni

vinna24-11-2021 - 09:27 - Jóanis Nielsen

 Norðingur kom í Ánirnar í gjárkvøldið, har teir bíða eftir landingartørni, teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, Borgarin er júst liðugur at landa í Kollafirði, nú landar Christian og aftaná skal Norðingur landa, Norðingur hevur fulla last - góð 2.000 tons.

Borgarin hevði 1.500 tons og Christian hevur 1.250 tons.