Mynd: Jens Sigurð Justesen - tikin í gjár, tá ið Norðborg fór royndartúr.

Norðborg er farin aftur til fiskiskap

vinna24-09-2020 - 12:27 - Jóanis Nielsen

 Norðborg sum fekk maskinskaða fyri trimum mánaðum síðan, og hevur skift høvuðsmotor, fór royndartúr í gjár, síðani fóru teir á Fuglafjørð at bunkra.

Í morgun loystu teir av Fuglafirði og eru ávegis í íslendskan sjógv, har ætlanin er at fiska sild.