Norðborg er komin av triða túri, síðan teir skiftu høvuðsmotorin

vinna24-10-2020 - 21:03 - Jóanis Nielsen

 Norðborg hevur gjørt tríggjar sildatúrar síðan teir skiftu høvuðsmotorin, teir fóru avstað á fyrsta túr 24. september - vit hava í dag 24. oktober. Teir hava allar túrarnar fiskað sild í íslendskum sjógvi.

Norðborg er í kvøld á Fuglafirði, har teir bunkra og pumpa lýsi í tangarnar hjá Havsbrún. teir hava 175 tons av lýsi.

Í morgin kl. 6 skulu teir landa tað frysta og mjøl í Ánunum. Teir hava tilsamans 1.395 tons av frystum, harav eru 108 tons heysað sild og 1.287 tons er sildafløk, harafturat hava teir 270 tons av mjøli, sigur Jón Rasmussen, ið er skipari á Norðborg.

Norðborg fer nýggjan túr í annaðkvøld sigur skiparin.

Jón Rasmussen sigur, at sildin hevur ferðast heldur øðrvísi í ár enn undanfarin ár, hon hevur hildið seg so nær landi við Ísland, men nú sær tað út til, at hon fer vanligu gongdina.

Jón Rasmussen sigur, at høvuðsmotorurin og alt umborð riggar sum tað skal.

Tað eru 29 mans við Norðborg.