Norðborg kom á Fuglafjørð í nátt

vinna08-11-2018 - 10:45 - Jóanis Nielsen

 Norðborg kom á Fuglafjørð í nátt, teir hava bunkra og pumpað 200 tons av lýsi í tangarnar hjá Havsbrún.

Norborg skal landa tað frysta og mjøl í Ánunum, teir byrja at landa beint eftir middag.

Teir hava 1.390 tons av sildafløkum, 290 tons av mjøli og 200 tons av lýsi.

Norðborg hevur roynt í altjóða sjógvi norðanfyri, heilt norðuri á gott 67N.

Skipari hendan túrin er Jón Rasmussen, tað eru 28 mans við, hendan túrin var eisini ein kvinna við Norðborg.

Ætlanin er at fara nýggjan túr fyrrapartin í morgin.