Norðborg landar í Ánunum mikukvøldið

vinna10-09-2019 - 10:31 - Jóanis Nielsen

 Norðborg er komin undir land norðanfyri, har teir framleiða tað teir hava í tangunum, teir vóru í Ánunum sunnukvøldið, har teir landaðu ein part av frystum, fyri at fáa pláss fyri tí teir hava í tangunum.

Teir verða liðnir at framleiða tíðliga í morgin, tá fara teir á Fuglafjørð at bunkra og pumpa lýsið í tangarnar hjá Havsbrún.

Seint í morgin koma teir í Ánirnar at landa, tann frysta/skráskorna makreliin, tilsamans hava teir hendan túrin 1.300 tons av frystum, harafturat hava teir 130 tons av mjøli.

Vit tosaðu við skiparan - Jón Rasmussen - fyri løtu síðan, hann sigur, at tað er góður makrelur skipini fáa í føroyskum sjógvi.

Teir fara nú á sildaveiðu - Christian í Grótinum og Finnur Fríði hava leitað norður úr Langanesi, men enn hava teir ikki sæð nógv, ætlanin er at Norborg fer at leita um somu leið. Jón Rasmussen segði, at í fjør kom sildin á leiðina har føroysku skipini leita 20. september.

Tað eru 28 mans við Norðborg.

Ætlanin er at fara nýggjan túr hóskvøldið.