Norðborg landar í Ánunum

vinna15-01-2021 - 07:30 - Jóanis Nielsen

 Í gjárkvøldið bunkraði Norðborg í Fuglafirði, í nátt eru teir komnir í Ánirnar, har teir byrjaðu at landa kl. 6, Norðborg hevur 950 tons av heilum svartkjafti, 390 tons av skráskornum og 100 tonns av mjøli - tilsamans 1.440 tons og so eitt sløð av lýsi.

Norðborg hevur fiskað sunnast í føroyskum sjógvi, tað vóru 28 mans við hendan túrin, skipari er Hans Klakkstein.

Ætlanin er at fara nýggjan túr á middnátt.