Norðborg landar seinnapartin í Ánunum

vinna04-10-2019 - 09:50 - Jóanis Nielsen

 Norðborg kom á Fuglafjørð í nátt, har teir hava bunkrað til komandi túr, eisini hava teir pumpað lýsi - 180 tons - í tangarnar hjá Havsbrún.

Kl.12 í dag koma teir í Ánirnar, har teir skulu landa 1.190 tons av sildafløkum, 180 tons av heilfristari sild og 250 tons av mjøli.

Ætlanin er at sigla aftur á midnátt, tá fara teir aftur í íslendskan sjógv, har teir eisini royndu hendan túrin.