Norðingur kemur á Kollafjørð tíðliga fríggjamorgunin

vinna03-10-2019 - 23:21 - Jóanis Nielsen

 Norðingur kemur á Kollafjørð kl. 6 fríggjamorgunin við 1.350 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði. Teir hava fiskað í íslendskum sjógvi.

Í løtuni landar Borgarin í Kollafirði, teir verða liðnir seint fríggjakvøldið, so tá sleppir Norðingur framat at landa.