Norrøna hevur bíðað eftir líkindum at fara til bryggju í Havn

vinna14-02-2018 - 16:46 - Jóanis Nielsen

 Norrøna, sum hevur verið á Seyðisfirði, plagar at koma á Havnina hósdag kl. 15 úr Íslandi, men teir framskundaðu fráferðina úr Íslandi, fyri at sleppa undan ringa veðrinum. Teir komu undir land her í Føroyum fyrrapartin, men hava bíðað eftir líkinum at sleppa til bryggju í Havn. Í skrivandi stund stevnir Norrøna inn um Molan í Havn tó eitt døgn fyrr enn teir plaga.