Norski trolarin Atlantic Star kemur á Havnina at skifta fólk

vinna29-05-2020 - 13:46 - Jóanis Nielsen

Norski trolarin - Atlantic Star - kemur á Havnina um 5-tíðina í dag, bara at skifta manning, sigur skiparin Heðin Joensen, sum er úr Skopun, men býr í Havn.

Atlantic Star er áveg i Nordsjógvin, teir landadu mikudagin i Ålesund 880 tons sum teir fingu i 16 dagar. Vi hava hesuferð orsaka av Corona verið 12 vikur umborð, vanliga eru vit 6 vikur, hesar 12 vikurnar hava vit fiska 2700 tons frystum fiski, kruvt og avhøvdað, sigur Heðin Joensen við okkum á JN.fo.

Atlantic Star er 75 metrar langur og 14 metrar breiður.