Nú eru tey seinastu skinnini saltað

vinna08-11-2018 - 11:00 - Jóanis Nielsen

 Í fleiri ár hevur felagið Oikos, sum familjan Nordendal í Sandavági eigur tikið ímóti skinnum.

Soleiðis er eisinni í ár, tey fáa skinn úr øllum landinum, skinnini verða saltaði har móttøkurnar eru, so verða tey flutt til Kollafjarðar, har seinasta hond verður løgd á, áðrenn tey vara av landinum.

Týsdagin vóru vit framvið á bryggjuni í Kollafirði, har Nordendal-mennirnir saltaðu tey seinastu skinnini í ár.

Vit tóku nakrar myndir.