Nú fer útvarpið at hoyrast betur í Kollfjarðartunlinum

vinna14-05-2020 - 14:15 - Jóanis Nielsen

LV: TUNLAR: Í næstu viku verður farið undir arbeiðið í Kollfjarðartunlinum at seta upp útgerð, sum skal fáa útvarpið at hoyrast betur í tunlinum. Afturat hesum verða perurnar í tunlinum skiftar út við orkusparandi LED ljós.

Trupulleikar hava verið við útvarpinum í Kollfjarðartunlinum í eina tíð, og ljósið í tunlinum hevur heldur ikki verið nøktandi. Nú kunnu bilførarar gleða seg til ikki at fáa avbrotið útvarpið, tá koyrt verður ígjøgnum tunnilin, tí í næstu viku verður farið undir at heingja ein strálikaðal upp undir loftið, sum fer at geva teimum ferðandi betur útvarpssignal. Tað kann henda, at útvarpið verður meira svikaligt hesar báðar vikurnar, meðan arbeiðið fer fram, men eftirfylgjandi skuldi hetta verið loyst.

Afturat hesum verða perurnar í loftsljósinum eisini skiftar út við hvítt LED ljós, sum fer at gera ljósið í tunlinum heldur betri.

Meðan hetta arbeiðið fer fram, verður neyðugt at stongja tunnilin um kvøldarnar og næturnar. Lýst verður í útvarpinum, áðrenn arbeiðið byrjar.

Við undirsjóvartunlunum eru tað nú í alt 19 tunlar í Føroyum. Av hesum eru 9 útgjørdir við ljósi, 8 eldri tunlar hava neyðljós, og í 7 tunlum hoyrist útvarp.

FAKTA UM KOLLFJARÐARTUNNILIN

Byggitíð: 1987-1992

Longd: 2816 m

Breidd á breyt: 7 m

Hædd: 4,60 m

Ferðsla: 7500 bilar um dagin