Nú má bakkaverjan gerast í Kirkjubø

politikkur26-05-2020 - 12:37 - Jóanis Nielsen

Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, vil hava, at tað kemur gongd á arbeiðið við at gera bakkaverjuna í Kirkjubø. Tí hevur hann sett landsstýrismanninum við mentamálum ein skrivligan fyrispurning.

Ólavskirkjan í Kirkjubø er vard móti sjónum við einum verjumúri, sum er frá 1874. Gjøgnum ár og dag hevur brim máað burtur av múrinum, og tí er verjumúrurin sera illa farin.

Í 2018 var ein av mongu kanningunum gjørd á staðnum, og vísti hon, at tað loysir seg betur at gera verjumúrin av nýggjum heldur enn at gera ábøtur á gamla múrverkið. Haraftat var mælt til, at brimbrótarar, ið ikki eru sjónligir, skuldu verða lagdir út longri úti á víkini.

- Aftaná ár eftir ár er einki - als onki, sum bendir á, at tað fyriliggur nakar áhugi ella vilji til nakra ítøkiliga ætlan frá landsins myndugleikum um at verja hesi fornminni við bakkaverju. Tað er bara óendaligt kjak og ongar loysnir og tiltøk. Og ímeðan stendur Ólavskirkjan til at rapa í havið, sigur Heðin Mortensen.

Tingmaðurin vísir eisini á, at tunnilsfelagið, sum ger Sandoyartunilin, hevur havt trupulleikar við at sleppa av við grótið. Tí heldur hann, at tað hevði verið upplagt at brúkt hetta grótið til arbeiðið, sum liggur beint við síðuna av.

- Vónandi kann landsstýrismaðurin koma til almennu Føroyar við einum góðum, greiðum boðskapi og eini loysn um ikki so langa tíð, sigur Heðin Mortensen.