Nú nærkast til føroya vakrasta hálvmaraton 2019

ítróttur22-07-2019 - 10:52 - Jóanis Albert Nielsen

Leygardagin 7. septembur renna og ganga vit aftur úr Gásadali til Sandavágskirkju og í gjøgnum allar bygdirnar í Vágum. Tað er bert eina ferð um árið, at høvi býtst at renna eftir Vatnavegnum uttan ferðslu.

Tiltakið verður ment við tíðini og í ár hava vit sum nakað nýtt fingið Myndaboksina á málið, so øll kunnu fáa eitt minni heim við frá degnum. Spurto, ein professionell fyritøka, fer at standa fyri tíðtøkuni hjá okkum við startmáttu í Gásadali og máttu á málinum í Sandavági við fyri at tryggja eina so nágreiniliga tíðtøku, sum til ber. Góður tónleikur ger beinini løtt og tað gongur sum eitt spæl við livandi tónleiki og diskarum á teininum.

Roynt verður eisini at skipa tiltakið so burðardygt, ið til ber, tí eru vit eitt nú farin frá at geva gávuposar til allar luttakar og í staðin kunnu luttakarar fáa eina mynd sum minni frá degnum ella keypa sær eina rennitroyggju. Vit hava enn onga loysn til plast íløt til at drekka vatn á rutuni, men tey verða í hvussu er beind burtur sum burturkast.

Luttakarar av Føroya Vakrasta seinasta ár lótu tilsamans 46.000 kr til Krabbameinsfelagið. Í ár kunnu rennarar velja at lata til Krabbameinsfelagið við. Eins og undanfarin ár fer 100kr av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið sum stuðul.

26. juli á miðnátt fer luttøkugjaldið upp og tá er eisini seinasta freist at keypa sær #FVHM rennitroyggjuna frá G&G. Tað er avmarkað nøgd av rennitroyggjum og legg til merkis, at støddinar eru unisex.

Gott 600 fólk eru tilmeldað, men rúm eru fyri 400 afturat.

Tað er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, ið skipar fyri tiltakinum við dyggum stuðli frá vágafólki og sjálvbodnum felagsskapum, sum loysa eina ørgrynnu av uppgávum í sambandi við tiltakið. Nógvir stuðlar eru eisini. Høvuðsstuðul er Luna, harumframt stuðla Atlantic Airways, FK í Vágum, EUR Express, Føroya Bjór, Betri og sjálvandi kommunurnar í Vágum.

Til ber at tekna seg til #FVHM:

At ganga her og at renna her.